Nýggjur studningur til einsamallar uppihaldarar

Frá 1. januar 2010 er Studni farin at veita studning til einsamallar uppihaldarar. Studningur til einsamallar uppihaldarar verður veittur umsøkjara, ið er lestrarvirkin og fær serliga barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar frá Almannastovuni. Studningurin til einsamallar uppihaldarar er kr. 1.500 um mánaðin. Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at barnastudningurin eisini hækkaði frá 1. januar 2010 úr kr. 622 til kr. 750 fyri hvørt barnið undir 18 ár.

Sum dømi um bøttu umstøðurnar hjá lesandi, ið eru einsamallir uppihaldarar, kann nevnast, at ein lesandi einsamallur uppihaldari við tveimum børnum, fær í dag samlaðan studning frá Studna uppá kr. 6.737,00 í mun til kr. 4.981,00 áðrenn 1. januar 2010 – kr. 1.756,00 meira um mánaðin. Umframt hetta kann tann lesandi taka lán og søkja SSL um at koma bíliga til og frá skúla.

Studni - nýggja navnið á Stuðulsstovninum - 16.06.2010
Til USA at lesa - avgreið tíni visa-viðurskifti í Reykjavík. - 16.06.2010
Føroyskir arbeiðsgevarar røkka nú teim lesandi - 16.06.2010
Ymiskar stuðulsbroytingar frá 1. januar 2010 - 16.06.2010
Nýggir stuðulsmøguleikar til skúlagjaldið