Føroyingar, ið skulu til USA at lesa, kunnu nú lættliga avgreiða Visa-viðurskifti á Amerikonsku sendistovuni í Reykjavík.
Seinni árini eru amerikansku visumreglarnar nógv herdar, og eitt av nýggju krøvunum er, at umsøkjarar eru noyddir at møta persónliga á eini amerikanskari sendistovu fyri at fáa visum útflýggjað. Higartil hava føroysk lesandi verið noydd at møta á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn, har bíðirøðirnar og avgreiðslutíðin mangan eru drúgv. Og sum avleiðing hava lesandi mangan verið noydd til at gera tvær ferðir – eina til Keypmannahavnar at fáa visum, fyri síðani at ferðast til USA til at byrja lesnaðin.
Nú er avtala gjørd við amerikonsku sendistovuna í Reykjavík, um at føroysk lesandi kunnu fáa visum umsóknina avgreidda uppá eitt døgn á amerikonsku sendistovuni í Reykjavík. Við tí er møguleiki nú at fáa visum umsóknina avgreidda á ferðini ávegis til USA, og skuldi hetta verið ein fíggjarligur lætti, samstundis sum gongdin verður stytt. Hetta skuldi tí munandi lætta um tey praktisku viðurskiftini hjá lesandi.
Meira fæst at vita á teldupostbústaðið www.faroes.is .
Mannagongd.
Søkt verður á heimasíðuni hjá Amerikansku Sendistovuni á hesi leinkju: http://iceland.usembassy.gov/student_visas.html. Skjalið, ið føroysk lesandi skulu fylla út eitur ‘DS-160’. Hetta skjal verður útfylt inni á heimasíðuni, og tekur hetta umleið ein tíma. Áðrenn umsóknin verður gjørd, er umráðandi at hava neyðug skjøl til reiðar, so sum pass, navnabræv og øll skjøl viðvíkjandi lærustovni og lestrarstuðli. Hevur umsøkjarin verið dømdur fyri eitthvørt lógarbrot er sera umráðandi, at øll skjøl hesum viðvíkjandi verða løgd við. Best er eisini at teldan er tilsett ein útskrivara, tí kvittan fyri umsóknina skal skrivast út, tá hon er liðugt útfylt. Hon skal goymast og takast við til samrøðu á sendistovuni.
Samrøðan verður bíløgd inni á heimasíðuni hjá amerikonsku sendistovuni, og leinkjan er at finna her http://iceland.usembassy.gov/student_visas.html. Samrøður kunnu bókast ein mánaða framman undan.
Hevur umsøkjarin børn, ið skulu við til USA, skulu navnabræv og pass hjá teimum havast við til samrøðuna. Ikki er neyðugt hjá børnum undir 14 ár at møta til samrøðuna.
Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við amerikansku sendistovuna í Reykjavík.
Tel: +354 562 9100 Teldupostbústaður: reykjavikconsular@state.gov
|